Enn er vandi: Fólk skulu halda seg burtur

Støðan er óbroytt í Tvøroyri

 

Støðan í Tvøroyri eftir ógvusliga eldin, sum kyknaði fríggjamorgunin er óbroytt.

 

 

- Enn er økið avbyrgt,  tí vandi er fyri, at tak, veggir og lutir annars rapa, sigur Jens Vang, løgreglumaður á Tvøroyri. 

 

 

Jens Vang greiðir frá, at enn verður arbeitt á staðnum fyri at tryggja økið. Tá tað verður trygt at fara inn á økið skal politii gera kanningar, men enn ber ikki til at siga, nær tað verður. 

 

 

- Støðan er óbroytt, og vandin er har enn. Tí skulu fólk halda seg burtur har frá, sigur hann.