– Enn er tíanverri langt á mál

Áhugafelagið Búgva heldur, at nógv kann gerast, fyri at fáa fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum

– Enn er tíanverri langt á mál, til endamálið hjá felagnum er rokkið: At allir føroyingar, sum ynskja tað, hava møguleika fyri at búgva í Føroyum.

Soleiðis siga tey úr áhugafelagnum Búgva, nú tað fyrradagin vóru trý ár síðani, at felagið varð sett á stovn.

Búgva er sprottið úr Facebook-kjakbólkinum ”Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum”.

Bólkurin, sum hevur trý ár á baki, telur fleiri enn 3000 limir, og er størsti kjakbólkurin, ið hevur til endamáls at viðgera ovurhonds stóru bústaðartrupulleikarnar í Føroyum.

Í sambandi við trý áradag vísir áhugafelagið á tað sama, sum víst varð á fyri trimum árum síðani, tá felagið varð stovnað: 

– Nú er nóg mikið! Fólk í Føroyum hava tosað um bústaðartrupulleikar í eina hálva øld, og sera lítið er komið av skafti. Tí má okkurt henda NÚ.

– Búgva ynskir nógv meira kjak um, hví einki verður bygt, tá tørvurin er so ómetaliga stórur. Ung, gomul, støk, og pør - við ella uttan børn - greiða dagliga frá um trupulleikar við at finna okkurt at búgva í. Tí skulu fleiri bústaðir byggjast!

Búgva vil hava svar upp á hesar spurningarnar:

• Hví byggja fakfeløgini ikki bústaðir?

• Hví lata kommunurnar ikki bústaðir byggja?

• Hví syrgir landið ikki fyri bústøðum til okkum øll?

• Hví gera tryggingarfeløgini ikki íløgur í bústaðarbygging?

• Hví vísa bankarnir ikki samfelagssinni?

• Hví byggja Bústaðir ikki fleiri búðeindir, sum øll hava ráð til?