Sosialurin í Runavík: Enn er ov tíðliga at siga , um tað verður neyðugt at lækka fiskidagarnar næsta fiskiár.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Vit fingu eitt stutt prát við hann á fiskivinnustevnuni í Runavík seinnapartin týsdagin, har hann var komin at hyggja.
Hann er ikki samdur við Henrik Old, formann í vinnunevndini, sum í fiskivinnublaðnum hjá Sosialinum í farnu viku, í sambandi við stevnuna í Runavík, segði, at tað verður neyðugt at lækka fiskidagatalið komandi ár.
Hetta bygdi hann á tær samanleggingar, sum hava verið og sum hava økt munandi um veiðitrýsti eftir hansara tykki.
? Verður tað neyðugt at lækka fiskidagatalið, verður tað í hvussu so er ikki við teimum grundgevingum, sum Henrik Old førir fram, sigur Jacob Vestergaard.
Hann er nevniliga ikki samdur í, at tær samanleggingar, sum eru gjørdar, hava økt um veiðitrýstið, soleiðis sum formaðurin í vinnunevndini hevur ført fram.
Fiskidaganevndin skal koma við einum tilmæli um fiskidagarnar. Fyrrenn tað tilmælið kemur, er ómøguligt at siga nakað um fiskidagarnar. Samstundis verður tilmælið frá fiskidaganevndini rættiliga avgerandi fyri, hvussu verður við fiskidagatalinum, sigur JacobVestergaard á fiskivinnuráðstevnuni í Runavík.
At fara nakað langt
Henrik Old meinti júst, at tað var rætt at seta eina nevnd at gera myndugleikunum tilmæli um fiskidagar og um, hvussu samanleggingar kunnnu leggjast saman o.s.fr.
Men tað er Jacob Vestergaard heldur ikki samdur í.
? Tað eru greiðar mannagongdir fyri, hvussu loyvi kunnu leggjast saman, tí tað er ásett í kunngerð, so tað er í fastari legu.
? Og eftir kunngerðunum, sum eru gjørdar, er tað rættiliga einfalt at rokna veiðitrýstið út.
Annars er fiskidaganevndin ein faklig nevnd, so hon gevur tilmæli um fiskidagar. Harafturat hava vit eitt fiskivinnuráð, sum er samansett av fólki í vinnuni, sum eisini gevur landsstýrismanninum tilmæli.
At gera eina nýggja nevnd, sum skal arbeiða inni í sjálvum Fiskimálaráðnum, er óneyðugt, sigur Jacob Vestergaard. At fiskimálaráðið ikki longur skal kunna viðgerða einstøk mál, er at fara í so langt, heldur Jacob Vestergaard.
Hann er heldur ikki samdur við Henrik Old í, at fiskidagfaskipanin er farin av sporinum, at hansara fremsta endamál verður at endurreisa álitið á hana aftur.
- Eg haldi ikki, at fiskidagaskipanin er farin av sporinum. Vit hava kjakast um einstøk mál. Møguliga skal lítið til, men eg haldi ikki at hesi málini geva orsøk til at halda, at skipanin er við at fara av sporinum, sigur Jacob Vestergaard.
Men hann leggur afturat, at sjálvsagt eiga vit at fylgja við, hvussu gongdin í veiðitrýtinum er, leggur landsstýrismaðurin afturat.