Enn er nógvur vindur summastaðni í landinum, Landsverk boðar frá, at um Gjáarskarð er andøvsgul, og í hvirlunum upp til 36 m/s. Á KambsdalI er eisini andøvsgul, og hvirlunum upp til 32 m/s.
Stormur er á oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, og har er í hvirlunum upp til 46 m/s. Somuleiðis er stormur í Sandoy, á Brekkuni Stóru har tað í hvirlunum er upp til 36 m/s. Stormur er eisini á Porkerishálsi, har tað er 33 m/s í hvirlunum.
Í Suðuroynni er eisini nógvur vindur. Um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum er kolandi stormur og í hvirlunum upp til 41 m/s og í Hvalba er stívt andøvsgul, og í hvirlunum upp til 27 m/s, meðan um Porkerisháls er stormur og í hvirlunum upp í 33 m/s.
Landsverk boðar eisini frá, at roknast kann við hálku um Høgareyn










