Enn er ikki avgjørt, hvørjar avleiðingarnar verða av, at dómarin fyrr í kvøld kendi seg noyddan av blása dystin í Parkini millum Danmark og Svøríki av.
Danskir fjølmiðlar vildu annars fyrr í kvøld vera við, at Danmark longu hevði tapt 3-0.
Danski Frits Ahlstrøm, sum hevur stóra ábyrgd í UEFA, sigur við danskar miðlar, at málið fer at verða tikið upp í UEFA didipliner nevndini, og at tað ikki hastar at gera nakra niðurstøðu.
Í Danmark kvíga tey fyri, at fjolsið, sum tey kalla mannin, ið fór inn á vøllin og slerdi dómaran, umframt at kosta tap eisini kann vera orsøk til, at Danmark verður dømt at spæla á uttanveltaðum vølli ella uttan áskoðarar.