Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur í dag havt ein netfund við grønlendsku landsstýriskvinnuna Naaja H. Nathanielsen. Á fundinum umrøddu tey ójøvnu kappingina sum er í farmasiglingini til og úr Grønlandi.
Landsstýrismaðurin sigur, at grønlendsk skip kunnu sigla við farmi til og úr Føroyum, men føroysk skip kunni ikki sigla farm til og úr Grønlandi, tí har er einkarættur galdandi. Hann sigur, at tað er nevniliga bara Royal Arctic Line, sum hevur loyvi at sigla farmasigling ímillum Grønland og onnur lond, og millum grønlendskar havnir - men kortini siglur hetta sama Royal Arctic Line við farmi til og úr Føroyum saman við íslendska Eimskip.
– Tað kann ikki vera rætt, at skip úr øðrum londum kappast ótarnað ímóti føroyskum reiðaríum á Føroyaleiðini, samstundis sum at føroysk skip ikki fáa atgongd til teirra havnir, sigur Helgi Abrahamsen.
Hetta seinasta hálva árið hevur hann tí samskift við grønlendska landsstýrið um spurningin, og í dag var fyrsti fundurin millum partarnar um málið.
Helgi Abrahamsen sigur, at enn røkist ikki fyri nakrari semju, men partarnir hava avtalað at hittast aftur seinni í ár.