Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Levanger FK í næstbestu fótbóltsdeildini vitjaðu Hønefoss á útivølli í dag.
Talan gjørdist um enn eitt tap til Levanger. Í dag tapti Levanger 0-3. Longu tá eitt korter var spælt gjørdi Levanger sjálvmál. Hønefoss fekk tvey mál aftrat seinastu 10 minuttirnar av dystinum.
Kaj Leo fekk ein tíma á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út.
Levanger liggur nú rættiliga tungt í sjónum. Levanger hevur 23 stig aftaná 24 dystir. Liðið liggur á einum 13. plássi, sum gevur niðurflyting. Fimm stig eru upp til bjargingina. Fimm stig eru upp til Åsane, sum hevur 28 stig. Seks umfør eru tó eftir at leika, so enn kann Levanger bjarga plássinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.