Norska reiðaríið - Ervik Havfiske - hevur gjørt sáttmála um eitt nýtt línuskip. Tað er turkiska skipasmiðjan Tersan, sum skal byggja skipið, og sáttmálin er hin sætti í røðini hjá norska reiðarínum við turkisku skipasmiðjuna.
Nýggja línuskipið hjá norðmonnum verður klárt til levering í 2021, og tað er longu avgjørt, at skipið fær navnið, Argos Helena. Skipið verður 60,5 metrar langt, og her verður pláss fyri 30 sjófólkum.
Línan skal dragast upp gjøgnum dekkið - ella botnin - á skipinum, og www.sysla.no skrivar, at Argos Helena fer at fiska tannfisk í Suðuríshavinum. Heimasíðan veit eisini at siga, at tannfiskur er eftirspurdur matur á altjóða matstovum.