Enn eitt álop í Fraklandi - hesaferð á ein skúla

Enn eitt álop er farið fram í Fraklandi í dag. Ein maður fór í dag inn í ein skúla í franska býnum Grasse, ið liggur stutt norðanfyri býin Cannes.

 

Les eisini: Bumba brostin í París í dag

 

Franska sjónvarpið BFMTV sigur, at ein maður fór inn í skúlan við nógvum skotvápnum og byrjaði at skjóta. Fleiri komu til skaða, millum annað stjórin á skúlanum.

 

Ein maður er handtikin í hesum sambandið og serliga yvirgangsdeildin hjá løgregluni, Raid, er eisini á staðnum. Enn eru ikki nógv fleiri upplýsingar komnir úr.

 

Hinvegin er løgreglan eisini farin at leita eftir einum øðrum manni, sum kanska hevur verið við í hendingini.

 

Franska stjórnin sendi eini boð út umvegis netmiðlar í dag, at vandi var fyri fleiri yvirgangsálopum. Hinvegin siga aðrar keldur, at talan var um tveir næmingar á skúlanum, sum komu til ilnar, men løgreglan bindur um heilan fingur og ávarar um yvirgang.