Tjóðveldi er nú liðugt við uppstillingarlistan til býráðsvalið í Havn. Umframt tey trý býráðsumboðini hjá flokkinum stilla eisini Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna upp, og fyrrverandi tingkvinnan, Gunvør Balle.
Tey 17 fólkini á listanum eru hesi:
Jógvan Arge, varaborgarstjóri, Tórshavn
Gunvør Balle, fulltrúi og fyrrv. løgtingslimur, Argir
Brandur í Dali, sjálvstøðugur vinnurekandi, Argir
Jákup Dam, lærari og býráðslimur, Kollafjørður
Malan Eyðunsdóttir, lærari, Tórshavn
Annita á Fríðriksmørk, løgtingslimur, Hoyvík
Marin Katrina Frýdal, fulltrúi og býráðslimur, Hoyvík
Jóannes Guttesen, umhvørvisleiðari, Hoyvík
Leivur Hansen, journalistur og fyrrv. borgarstjóri, Hoyvík
Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, Tórshavn
Emil Hermansen, lesandi MA í Løgfrøði, Tórshavn
Turið Horn, námsfrøðingur, Tórshavn
Vigdis Johannesen, fakfelagsleiðari, Tórshavn
Tráin Petursson Nónklett, lesandi, Tórshavn
Jákup Av Skarði, fyrstilærari, Nólsoy
Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur, Kaldbak
Sigrun Wardum, sjúkrarøktarfrøðingur, Hoyvík
– Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur í kvøld havt triðja og seinasta uppstillingarfund, og hevur fundurin góðkent ein sterkan valevnislista við javnstøðu, sterkari økisumboðan og breiðari aldurssamanseting, skrivar felagið í tíðindaskrivi í kvøld.
Sambært kommunuvallógini kunnu í mesta lagi 17 valevni vera á listanum til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Tá avtornaði vóru 19 nøvn komin á listan hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, og tí var neyðugt við atkvøðugreiðslu.
Felagið sigur, at Tjóðveldi fer til val við tí fyri eyga at Tórshavnar Kommuna aftur setur borgaran fram um turt betong og tómar bygningar.
– Tí verða høvuðsmálini ein eldrapolitikkur, sum tryggjar ein virðiligan aldurdóm og betri loysnir til tey gomlu, ein bústaðarpolitikkur, sum skal loysa og framtíðartryggja akutta bústaðartørvin í kommununi og ein greiður skattapolitikkur, har kommunan ikki tekur meira enn neyðugt av tí, sum borgarans er. Skilagóð fíggjarstýring, langtíðarætlanir og afturhaldni við íløgum í dýrtíð geva ríkiligt rásarúm fyri at eldraøkið verður uppraðfest og átrokandi útbyggingar verða framdar. Tann samlaða valskráin verður almannakunngjørd seinni, skrivar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag í kvøld.