Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri
Í gjár, hósdagin tann 13. oktober 2005, frættust boð úr høvuðsstaði okkara, at enn ein arbeiðssteðgur, hesa ferð á almenna arbeiðsmarknaðinum, er veruleiki.
Hesa ferð er ORSØKIN sambært fjølmiðlunum samanumtikið ein ósemja upp á eittans prosent - tað er tað, ið skilur partarnar, nú teir skiljast, og sum ger, at føroyska samfelagið enn einaferð skal setast í tómgongd, í øllum førum lutvíst, og serstakliga útjaðarin verður raktur.
Vit, sum ikki eru beinleiðis partur av samráðingunum hava ikki tað neyðuga innlitið og eiga heldur ikki at geva nøkrum ávísum parti skuldina fyri hendan arbeiðssteðgin, men eg loyvi mær at ivast í, um partarnir eru greiðir yvir, hvussu stóran ampa ein arbeiðssteðgur er fyri útjaðaran í Føroyum, tí vóru partarnir tað, høvdu teir neyvan lagt landið lamið á henda hátt fyri eitt prosent í lønarósemju.
Tá ið munurin er so lítil, sum hann er hesaferð, verða avleiðingarnar av einum arbeiðssteðgi ógvuliga seint, um nakrantíð, innafturvunnir.
Givið er, at lønarsamráðingarnar hava snúð seg um meira enn hetta eina prosentið, men tað er óskiljandi fyri okkum uttanfyristandandi, at samráðingarpartarnir skiljast og lata ein arbeiðssteðg lemja landið, tá teir nú vóru komnir so nær hvørjum øðrum.
Her nyttar ikki at lasta hvørjum øðrum - nei, allir partar av samráðingunum mugu nú vísa ábyrgd.
Sjálvandi ger alt mun, men eftir øllum at døma vóru partarnir komnir so nær hvørjum øðrum, at tað er ilt at fáa eyga á nakra skilagóða grund til at leggja eitt samfelag lutvíst lamið fyri eina í krónum og oyrum so avmarkaða ósemju.
Sum nevnt skal eg, sum uttanfyristandandi, ikki leggja nøkrum ávísum parti hesa fyri samfelagið og serstakliga fyri útjaðaran sera óhepnu og skaðiligu støðu til last, tí tað skulu jú sum kunnugt fleiri partar til at vera ósamdir.
Hinvegin vil eg siga, at hvørgin parturin kann snúgva sær undan at taka ábyrgd, og undirritaði vil tí sum borgarstjóri í størstu kommununi uttan fyri høvuðsstaðin heita inniliga á partarnar í hesi arbeiðsmarknaðarósemju um saman at gera tað neyðuga, so vit sleppa undan hesi rættiliga meiningsleysu støðu, at týðandi partar av samfelagnum verða lagdir lamnir fyri eina so avmarkaða ósemju.
Sama um tað er verkfall ella verkbann, so er AVLEIÐINGIN av teimum alt ov nógvu arbeiðssteðgunum, sum eru her á landi, at samfelagið missur stabilitetin, sum eitt nú høvuðsvinna okkara als ikki kann vera fyriuttan.
Góðu samráðingarfólk! Gerið Føroya fólki tann beina, at tit ikki leiða samfelag okkara út í enn eina skaðiliga tómgongd, ið kann elva til, at stór samfelagsvirði fara fyri skeyti, men gerið - báðir partar - tað neyðuga til, at ein loysn verður funnin. Longur tit drála, størri verður skaðin.










