Enn ein tunnil í Fuglafirði

Goymslurúmið í berginum við havnarlagið í Fuglafirði økist, samstundis sum fylt verður út í sjálvari havnini. Tá tunnil verður sprongdur inni í berginum, verður grótið nýtt til undirlag á sjónum

Fuglafirði: Enn ein tunnil er liðugur inni í berginum við havnarlagið í Fuglafirði. Høllin, sum nú er sprongd, er tann fjórða og kostar umleið hálvasættu millión krónur.

Grótið, sum komið er úr tunnlinum, er brúkt til víðkan av havnarlagnum í Fuglafirði. Havsbrún hevur júst bygt nýggjar fóðursiloir og goymsluhøll, og er hetta sett á økið, sum er planerað við tunnilsgróti.

Ætlanir eru um ein tunnil aftrat, sigur Pætur Joensen, býarverkfrøðingur í Fuglafirði. Og tað grótið skal so aftur nýtast til ífyllu undir nýggjari útbygging hjá Havsbrún.

Fuglafjarðar Kommuna manglar bæði goymslurúm og havnarøki, sigur Pætur Joensen. Tá grótið verður brúkt til útfylling í havnini, fæst umleið sama økið, sum fæst av gólvvídd inni í fjallinum. Nýggja høllin inni í berginum er umleið 2.300 fermetrar, og tað fæst sama vídd av havnarøki, tá fylt verður út. Soleiðis fær kommunan dupult burtur úr at spreingja hol inn í bergið. Tað fáast umleið 26.000 kubikmetrar av gróti burtur úr einum slíkum tunnli.

Fuglafjarðar Kommuna ger arbeiðið, sigur býarverkfrøðingurin í Fuglafirði. Kommunan leigar amboð og fólk frá landsverkfrøðinginum. Hetta er fólk, sum hevur arbeitt við tunnilspreinging og tí kennir til arbeiðið.

Fuglafjarðar Kommuna eigur goymsluhølini inni í berginum, men leigar tey út til felagið Bergfrost, sum umsitir økið. Hetta felagið leigar so aftur til onnur, sum hava brúk fyri eitt nú frystirrúmum ella vanligum goymslurúmum, sum eisini eru inni í berginum. Eitt nú alifóður verður goymt har inni, sigur Pætur Joensen.

Umhvørvisliga hevur tað eingi árin, at sprongt verður inn undir bygdina, sigur Pætur Joensen. Frástøðan millum hallirnar er so stór, at tað er als eingin vandi fyri, at tað sjunkar ella í ringasta falli søkkur saman. Fólk eru ógvuliga tolin og hava vant seg við, at tað ristir eitt sindur, tá sprongt verður. Eisini verða tey ávarðað hvørja ferð, sigur hann.

Av øðrum arbeiðum, Fuglafjarðar Kommuna er í ferð við, nevnir býarverkfrøðingurin, at vegur verður gjørdur Vesturi í Bø. Har eru nøkur hús, sum ongan veg hava, og samstundis verður nýggj útstykking gjørd við umleið átta grundstykkjum. Kostnaðurin fyri ta verkætlanina liggur um einar fýra-fimm milliónir.

Pætur Joensen sigur, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Fuglafirði er stórur. Talan er í stóran mun um burturfluttar fuglfirðingar, sum koma aftur, sigur hann. Fólk, sum arbeiðir í Fuglafirði og helst vil búgva á staðnum.

Vatnverkið í Fuglafirði er útbygt, men neyðugt verður at fáa eina vatngoymslu, sum helst má gerast í fjøllunum onkustaðni. Men enn er tann ætlanin ikki komin longur enn til umhugsunar, sigur býarvekfrøðigurin.

Kommunan hevur nýliga gjørt nýggja brandstøð og nýggj læknahøli eru eisini innrættað. Úti á Kambdsali er planerað og gjørt klárt til ein bygning, sum elektrikaravirki í Fuglafirði fer at byggja.