Enn ein standmynd undirdíkt í reyðari máling

Í morgin fyllir danski journalisturin og rithøvundin Lise Nørgaard, sum millum annað er kend fyri at skapa sjónvarpsrøðina Matador, 100 ár.

Tí er tað komið serliga illa við, at ein standmynd av Lise Nørgaard, sum stendur á gongugøtuni í Roskilde, er útsett fyri herverki í nátt.

Reyð máling er stoytt omanyvir bronsustandmyndina.

Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn var fyri líknandi herverki herfyri, og tá var ein politiskur boðskapur um føroyska grindadrápið skrivaður á vegin frammanfyri havfrúnna. Hesaferð er eingin boðskapur at síggja.

Lise Nørgaard var fødd í Roskilde, og tí hevur ein felagsskapur í býnum heiðrað hana við einari standmynd.