Russland hevur í dag sparkað Spania út av HM-endaspælinum. Tað gjørdu teir eftir 1-1 í vanligari og longdari leiktíð, fyri síðani at vinna upp á brotssparkskapping. Tað er als ikki í trá við leikgongdina, men Spania fann ikki netið.
Spania, sum var stórur favorittur at vinna undan dystinum, gjørdi sum væntað í fyrra parti av fyrra hálvleiki. Liðið kemur á odda, tá 38 ára gamli russiski verjuspælarin, Sergei Ignashevich, verður so mikið kroystur, at hann ger sjálvmál.
Nú mundu tey flestu vænta, at Spania fór at spæla sigurin heim. Soleiðis var tó ikki, tí fýra minuttir fyri hálvleik brúkti spanski miðverjin, Gerard Pique, hondina til hjálpar í brotsteiginum. Artem Dzyuba umsetti til mál.
Síðani varð talan um eitt langt og lítið vandamikið spanskt álop. Einasta útskiftingin, ið gjørdi nakran mun, var tá Andrés Iniesta kom á vøllin, men skotið hjá honum bleiv bjargað. Russiska liðið arbeiddi ótrúliga hart og seinasta partin av vanligu leiktíðini, varð talan um eina 5-5-0 uppstilling, har allar mans vardu.
Í brotssparkskappingini skoraði Russland upp á øll síni brotsspørk, meðan Koke (Atletico Madrid) og Iago Aspas (Celta Vigo) brendu fyri Spania, sum nú er úti av HM. Frakland, Uruguay og Russland eru fyribils víðari.
1/8 finalan:
Spania – Russland 1-1 (1-1) (1-1, longd leiktíð)
1-0 Sergei Ignashevich, 12 sjálvm
1-1 Artem Dzyuba, br
Russland vinnur brotssparkskappingina 4-3
1/8 finalur í HM:
Sunnudagin klokkan 19: Kroatia-Danmark (KVF, DR1, RÚV og NRK1)
Mánadagin klokkan 15: Brasil-Meksiko (KVF, DR1 og RÚV)
Mánadagin klokkan 19: Belgia-Japan (KVF, TV2 og RÚV)
Týsdagin klokkan 15: Svøríki-Sveis (KVF, TV2, RÚV og NRK1)
Týsdagin klokkan 19: Kolumbia-Ongland (KVF, TV2 og RÚV)










