Enn ein roynd at sissa ES

Danski uttanríkisráðharrin roynir seg sum meklara í sildatrætuni millum ES og Føroyar. Villy Søvndal sigur seg hava góðar vónir um at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, áðrenn handilstiltøk og havnastongsul koma upp á tal

- Endamálið við fundinum var at fáa vissu fyri, at Føroyar eisini vilja aftur til samráðingarborðið. Og ta vissuna fekk eg frá landsstýrinum. Tað sigur Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, eftir fund við Kaj Leo Holm Johannesen og Jacob Vestergaard.
Danski uttanríkisráðharrin hevur fingið eina bundna uppgávu í sildastríðnum millum ES og Føroyar. Villy Søvndal skal gera sítt til at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, og harvið sleppa undan tí kíla, sum møgulig ES-tiltøk seta mitt niður í ríkisfelagsskapin.
Mikudagin í síðstu viku vóru Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, og Vily Søvndal, uttanríkisráðharri, á fundi við fiskivinnukommisserin hjá ES, Mariu Damanaki.
- Á fundinum gav Damanaki til kennar, at hon ynskir eina samráðingarloysn. Sammett við tær hvøssu útmeldingar í almenna rúminum, so fekk eg eina útrætta hond frá fiskivinnukommisserinum, sum tó vildi hava vissu fyri, at Føroyar eisini eru til reiðar til veruligar samráðingar, sigur Villy Søvndal.
Ta vissuna fekk hann á fundi við løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, tá teir møttu í Uttanríkisráðnum týsmorgunin.
- Okkara boðskapur er framvegis tann sami, nevniliga at vit til eina og hvørja tíð eru til reiðar at samráðast við hini strandalondini um býtið av norðhavssildini, segði Jacob Vestergaard eftir fundin.
Danska stjórnin og landsstýrið hava orðað eitt felags bræv til fiskivinnukommisserin, har tað sambært pørtunum greitt verður givið til kennar, at Føroyar ynskja samráðingarvegin.

Hóttanin
ES hevur útvegað sær neyðuga amboðið at sláa hart niður á Føroyar í sildatrætuni. Samveldið hóttir við at boykotta uppsjóvarfisk úr Føroyum, og eisini skal boykottið fevna um tær vørur , ið verða framleiddar úr sild og makrel. Tað hevur fingið fleiri at stúra fyri ES-boykotti móti alivinnuni, meðan onnur hava ført fram, at alifóðrið ikki verður framleitt úr sild ella makreli, og tí er tann hóttanin ikki reel. Eisini er upp á tal at stongja føroyskar havnir fyri skipum úr Føroyum.
17. mai varð hóttanin um boykot og havnastongsul formliga send landsstýrinum, sum fekk ein mánað at svara. Í svarinum førdi landsstýrið fram, at sambært altjóða spælireglum eigur ES at royna samráðingarleiðina meira, áðrenn farið verður eftir sanktiónsamboðnum. Eisini vísti landsstýrið á Havrættarsáttmálan hjá ST, ið tryggjar pørtunum í trætumáli rættin til at royna seming.
Men brævið úr Tinganesi tykist ikki at hava rinið við hjá Mariu Damanaki, sum sambært uppsjóvarvinnuni í ES hevur boðað frá, at tiltøkini verða sett í gildi áðrenn juli mánaður er farin afturum.
Danski uttanríkisráðharrin sigur seg tó hava fingið onnur boð frá fiskivinnukommisserinum. Nevniliga at ES er sinnað at fara aftur til samráðingarborðið.
Villy Søvndal sigur seg vænta, at svar kemur úr Brússel innan fáar dagar.