Nú kann Suðuroyggin erpa sær av enn einari vakrari perlu. Hetta vikuskiftið vórðu nýumvældu pakkhúsini hjá Thomsens tikin alment í nýtslu. So nú kunnu mentan, lív og ungdómar aftur fylla gamla havnarlagið á hesum søguliga bletti, sum hevði sína stórheitstíð fyri mongum árum síðani sum fiska- og handilsmiðstøð landsins.
Eins og við vælumtóktu Pubbini, sum lat upp fyri knøppum ári síðani, er tað eldsálin Anna Kirstin og bróðurin Thomas Thomsen, sum eru stigtakarar til mentanarverkætlanina “Seglhúsloftið”, meðan Pakkhús 4 hýsir ungdóminum í bygdini.
Um vikuskiftið vórðu hølini formliga tikin í nýtslu, og tað var í hesum sambandi, at ein hópur av fólki høvdu leitað sær suður til móttøku.
Og sum altíð, tá ið suðuroyingar hava nakað at hátíðarhalda, var tað gjørt við pomp og pragt. Fyrst var almenn móttøku fríggjadagin, og leygardagin var stór veitsla fyri innbodnum og rimmar almennum dansur aftaná. Seglhúsloftið var karmur um alt hátíðarhaldið og stóð royndina við bravur.
- Nógv søgdu, at eg var púra ør og at hetta ongantíð fór at ganga - men hygga nú. Vit hava longu fingið fleiri fyrispurningar um at leiga hølini til tiltøk, fundir, ráðstevnur og veitslur, so hetta er avgjørt tiltrongt, segði ein væl nøgd Anna Kirstin Thomsen, meðan hon vísti okkum runt í nýumvældu bygningunum.
Nýtt og gamalt
Her er eisini nógv at vera errin av, tí hetta er ikki eiti á hølum: ”Seglhúsloftið” eru tríggjar ljósar og rúmligar hæddir, innrættaðar við støði í upprunaliga sniðinum við trægólvum, hvítum múraðum veggjum, sjónligum bitum og sprossavindeygum. Í neðra er væl útgjørdur ídnaðarkøkur, gardaroba og vesir, meðan ovaru hæddirnar hava fleiri stór høli, pall og ein stásiligan barrdisk úr skínandi kopari, sum Dennis Lava, snikkari, hevur gjørt.
Tað fer at bera til at leiga allar tríggjar hæddirnar, ella bara ein sal.
– Her verða til dømis tríggjar konfirmatiónir sama dag í oktober. Og fólk mugu sjálvi avgera, um vit skulu gera matin til teirra, ella tey leiga seg inn í køkin við egnum kokki, sigur Anna Kirstin, sum hevur fingið skonkiloyvi og dansiloyvi, umframt uttandura skonkiloyvi.
- Hetta er sera týdningarmikið í dag, har fólk krevja at fáa eitt glas av víni, tá tey hava frí, sigur Anna Kirstin.
- Eg ætli mær eisini at skipa fyri dansivikuskiftum fyri fólki norðanífrá, sigur Anna Kirstin, sum er víðagitin dansilærari.
Friðað umhvørvi
Albert Isfeldt, arkitektur, hevur teknað hølini í tøttum samstarvi við Tórolv Weihe, arkitekt, frá Fornminnissavninum. Av tí at alt umhvørvið er friðað, hevði tað stóran týdning, at alt varð varðveitt í upprunaliga sniðinum, so alt timbur- og snikkaraarbeiðið er gjørt eftir gomlum byggihátti.
- Petur Hammer hevur staðið fyri timburarbeiðinum. Til dømis er alt timbrið felt niður í hvørt annað - ongir naglar ella skrúvur eru nýtt, sigur Anna Kirstin, meðan hon vísir okkum runt. Allir skilaveggir eru múraðir upp eftir gomlum siði, og hetta hevur múrarin Sven Roast staðið fyri.
Stór íløga
Verkætlanin fevnir um eina íløgu uppá einar 5–6 milliónir krónur. Onnur enn Thomsens hava eisini sett partapening í. Til dømis Royndin, sum er íløgufelag til frama fyri íverksetan undir Tryggingarfelagnum Føroyar. Richard B. Thomsen á Tvøroyri hevur sett í, umframt trolarin Brestir hjá Poul Hansen. Eisini hevur Føroya Shell latið eina peningagávu, og Fornminnissavnið hevur eisini stuðlað, tí bygningarnir eru friðaðir. Tvøroyrar Kommuna stuðlar á tann hátt, at hon leigar seg inn til ungdómshúsið í Pakkhúsi nr. 4, meðan Suðuroyar Sparikassa hevur fíggjað verkætlanina.
Hava nógv at bjóða
Anna Kirstin greiðir frá, at hetta er bara byrjanin til nakað stórt fyri Suðuroynna.
- Eg vóni, at hetta kann gerast byrjanin til eina livandi mentanar- og ferðamannavinnu her suðuri. Men onnur noyðast eisini at bjóða seg fram við gisting og tilboðum til ferðafólk. Vit mugu skapa eitt heildartilboð, har øll samstarva og draga somu línu, sigur hon. Eisini vísir hon á, at tað fleiri ferðir hevur verið uppá tal politiskt at seta eitt fólk í starv í Suðuroy, sum kann samskipa ferðavinnuna.
- Vit duga nógv hvør í sær, men vit duga ikki eisini at samskipa alt til ferðavinnuna, sigur hon og vónar at politikararnir fara at taka hendan spurningin upp aftur.
Smyril er eitt aktiv
Suðuroyggin er millum fáu støðini í Føroyum, har enn bert er atkomuligt við skipi.
- Hetta eiga vit at venda til nakað positivt, ikki minst nú nýggi Smyril er komin, tí hann er eitt gott skip fyri oynna, sigur Anna Kirstin, sum vísir á, at til ber at fara dagtúrar suður, har farið verður úr Havn kl. 9.30 og avstað aftur um nátturðatíð.
- Her er ein fantastisk náttúra, og vit hava góðar umstøður til starvsfólkadagar, skeið og smærri ráðstevnur. Eisini til framsýningar, veitslur og tónleikatiltøk, sigur hon, og vísir á, at um fólk vilja gista, so eru fleiri møguleikar:
- Smyril er eitt gott Hotell, og so hava vit eisini hotellið á Tvøroyri, Gistingarhúsið í Øravík, Hotell Bakkan í Vági og gistingarhúsini undir Heygnum og í Lopra.
Felags framtíð
Anna Kirstin trýr upp á eina blómandi framtíð í Suðuroynni.
- Tá eg byrjaði við pubbini trúðu bara Signar Dam, vinmaðurin, og dóttur mín Turið uppá meg. Men nú stuðla øll, sum eg havi brúk fyri, mær, sigur hon, men minnir enn einaferð á, at uttan samstarv riggar onki.
- Suðuroyingar mugu standa saman. Vit kunnu ikki sita og baka hvør sína køku, tí so koma ongir gestir. Heldur skulu vit gera eina stóra lagkøku, sum vit kunnu deila, enn at sita og eta hvør sína turra smákøku, endar hon.
--
Í Pakkhús 4 er ungdómurin fluttur inn í nýggja ungdómshúsið. Les meira um tað í blaðnum í morgin.
Heimasíða: www.tfthomsen.com
--
“Seglloftið”
Seglloftið er stórur salur, 190 m2 við barr. Borðreiðast kann til 200 fólk. Trappa og elevatorur til niðaru hæddina (bakaríið): Har eru móttøka, garderoba, vesir og íðnaðarkøkur.
Í Pakkhúsið nr. 4 er eitt høli við beinleiðis inngongd til seglloftið. Her kunnu 100 fólk sita væl. Egnar seg væl til skeið og fundir. Á loftinum í Pakkhúsi nr. 4 er høli við skráveggjum, har 80 fólk sita væl.









