Enn ein óheftur miðil í Hongkong – Citizen News – steðgar nú sum beinleiðis úrslit av vantandi tíðindafrælsi í kinesiskt stýrda býnum.
Tað segði Citizen News á Facebook í gjárkvøldið sambært tíðindastovuni Reuters og AP.
Týsdagin 4. januar gevist miðlin við at dagføra sínar heimasíðu og steingir síðani.
– Vit elska øll hetta staði-. Tíverri var tað, sum lá fyri framman, ikki bara glopraregn og ódn, men orkanir og tsunami, skrivar miðilin um umstøðurnar fyri at lata skriva tíðindi uttan at koma í stríð við myndugleikarnar.
– Vit hava ongantíð gloymt fremsta endamálið. Tíverri kunnu vit ikki longur streingja eftir at umsita okkara sannføring til veruleika uttan ótta av teimum stóru broytingunum í samfelagnum seinastu tvey árini og tað versnaða umhvørvi fyri miðlar, stendur víðari.
Boðini frá Citizen News koma, fáar dagar eftir at løgreglan gjørdi húsarannsókn og handtók sjey journalistar og blaðstjórar á einum øðrum fólkaræðisligum miðli á neitnum í Hongkong – Stand News.
Tey sjey journalistarnir vóru skuldsettir fyri at vera fortalarar fyri uppreistri og loysing frá Kina.
USA og onnur lond í vesturheiminum hava funnist at handtøkunum.
– Journalistikkur er ikki uppreistur. Vit heita á myndugleikarnar í Kina og Hongkong um at steðga herferðini ímóti frælsu og óheftu miðlunum í Hongkong, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hósdagin.
Áður hevur blaðið Apple Daily, sum eisini er eitt fólkaræðisligt málgagn í Hongkong, somuleiðis steðgað sínum virksemi.
Myndugleikarnir í Hongkong royna sambært AP at steðga fólkaræðisligum ativistum og atfinnarum av stýrinum í Kina.
Á sumri 2020 setti Kina í gildi eina umstrídda nationala trygdarlóg fyri Hongkong. Tað var gjørt í kjalarvørrinum av stórum mótmælisgongum í 2019, har luttakararnir kravdu meira fólkaræði.
Tá Hongkong í 1997 aftur kom undir kinesiskt stýri eftir drúgva tíð sum bretsk krúnkoloni, var tað við lyftu um, at útbreidd rættindi eisini fyri frælsar miðlar fóru at halda fram eftir yvirtøkuna.
Men fólkaræðisligir aktivistar og rættindabólki siga, at tey rættindini eru útvatnað. Serliga eftir at nýggja trygdarlógin varð sett í gildi.
Hesum vísir lokala stjórnin í Hongkong aftur.
/ritzau/