Enn ein klassikari á føroyskum

Stórverkið um politisku realismuna er seinasta bókin í røðini, sum forlagið HEMLID gevur út á føroyskum.

Nú um dagarnar kom út bókin´FÚRSTIN eftir Niccolò Machiavelli í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen.

Niccolò Machiavelli (1469-1527) var føddur í Firenze, sonur ein løgfrøðing. Hann var útbúgvin í samsvari við ta humanistisku hugsjónina í renessansuni, sum legði dent á latín og tað klassiska, men harumframt er tað lítið, sum vit vita um barna- og ungdómsár hansara. Vit vita, at hann vaks upp í einum býi við áhaldandi politiskum støðuloysi og ófriði; nevnast kann Pazzi  samansvørjingin og avleiðingin av tí, endin á Medici stýrinum, og stjórnin hjá tí dominikanska munkinum Girolamo Savonarola. Tá ið Savonarola fall, hevði tað stóra ávirkan á Machiavelli, og hendingin er brúkt sum dømi í Fúrstanum (í 6. kap.)

 

Stutt eftir, at Savonarola varð frákoyrdur og brendur á báli, varð Machiavelli settur í alment starv í lýðveldinum Firenze. Við heitinum skrivari í øðrum kanslararættinum og skrivari hjá teimum tíggju fyri frælsi og friði, fekk hann litið upp í hendur ymiskar uppgávur. Millum tær mest týðandi av teimum var starvið sum sendiharri. Meðan hann var á hesum sendiferðum fekk hann høvi at læra av nógvum av teimum dugnaligastu leiðarunum tá á døgum í Italia og í grannaøkjunum, og nøkur av ritverkum hansara hetta tíðarskeiðið eru eisini endurgivin í Fúrstanum.

 

Í 1512 komu Mediciarnir aftur til valdið í Firenze, tað vil siga í endanum á lýðveldinum. Fyrst misti Machiavelli starvið; árið eftir varð hann ákærdur fyri samansvørjing ímóti nýggju stjórnini og varð píndur. Hóast hann var leyslatin skjótt, mátti hann ásanna, at hann nú var arbeiðsleysur og hevði onga politiska framtíð. Hann gjørdi av at fara í sjálvbodna útlegd úti á bygd, og árini eftir tókst hann við at hugsa, lesa og skriva.

 

Fúrstin  (Il Principe) er viðgitnasta bókin hjá Machiavelli. Hon er eisini ein av teimum viðgitnastu ritverkunum í søguni í politiskari heimspeki, hóast hon kanska ikki er so heimspekilig sum hansara Discorsi.

 

At bókin er so víða kend kemur av hennara sakliga og pragmatiska máta at greiða frá um politiskar atgerðir, sum ber á tað kensluleysa. Machiavelli eygleiðir, hvussu politiskir leiðarar bera seg at og hyggur eftir, hvørt teir røkka teimum málum, teir seta sær fyri at náa ella ikki. Síðani brúkar hann hesar umhugsanir sum grundarlag undir praktiskum tilráðingum, og ofta ganga hesar tilráðingar ímóti vanligari moralfatan. Rættvísger málið, sum er politiskt støðufesti, avleiðingina?

 

Tað er ikki eyðsýnt, hvat Machiavelli ætlaði at náa við at skriva Fúrstan. Í ognanarbrævinum tykist hann at rógva upp undir at fáa eitt starv í Medici stjórnini, men víst hevur verið á, at hann matar burtur undan sínum egna máli við summum av teimum ráðum, hann gevur í ritinum (Kap. 23). Serstakliga endan á bókini hava summi tulkað sum, at hugmyndin hjá Machiavelli var eitt sameint Italia, og at hann rættvísger síni ómoralsku ráð við tjóðskaparligum endamáli.

 

Tað er Forlagið HEMLID, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentunum og hevur higartil givið út 11 bøkur.