Enn ein hemari fiskaður

Nýggjur hemari á øðrum plássi í kappingini Shark Atlantic 2014.

Johan Simonsen var á floti í gjár. Hann hevði dyrgt í fleiri tímar uttan nakra eydnu, áðrenn hann vendi nøsini heimeftir.

Nakað norðan fyri Kabilin legði hann stilt at fiska nakrar fiskar á veg heim.

- Hemaratráðan slapp at hanga úti "just in case" og hettar vísti seg vera eitt gott hugskot, tí eftir at fýra reyðfiskar vóru komnir á dekki byrjaði tann stóra tráðan at flyta seg - bara eitt sindur í fyrstani fyri so at fara brølandi avstað, greiða fyriskipararnir frá á heimasíðuni fiska.fo.

Dysturin hjá Johan Simonsen við hemarar gjørdist tíbetur ikki líka drúgvur sum tann hjá Santiago við spjótfiskin. Ein góðan tíma seinni gav hemarin upp og Johan megnaði at draga hann inn. Hemarin vigaði 93.6 kg og var 190 cm langur.