Enn ein greiður sigur til danir

Fótbóltur: Danska landsliðið gjørdi tað, sum kravdist av teimum í sambandi við seinna dystin móti ísraelum. Danir vunnu 3-0 og komu tí víðari við samanløgdum 8-0 sigri

Tá danir fingu at vita, at teir skuldu spæla ímóti Ísrael staðfestu tey flestu, at við tí vóru tað danir sjálvir, sum kundu avgera um teir skuldu við til EM-endaspælið í Hollandi og Belgia. Teir kundu ikki vera hepnari í lutakastinum, tí her var veruliga talan um eitt mótstøðulið, sum teir »kundu tosa við«.

Tað vísti seg eisini at vera rætt, tí aftaná tveir kvalifikatiónsdystir eru danir við í endakappingini, sum fer av barkastokki næsta summar, og tað gjørdu teir við at vinna heili 8-0 á Ísrael. Samanlagt altso!


Johansson

heldur upp á sítt

Fyri nøkrum mánaðum síðani vóru danir annars alt annað enn fegnir um avrikini hjá landsliðnum, sum m. a. stóð seg illa móti Wales heima og somuleiðis stóð seg illa ímóti Italia á heimavølli.

Tey mest svartskygdu vóru beinanvegin klár at avskriva Danmark, og venjarin Bo Johansson fekk mong høgg fyri teir leikarar, sum hann valdi at manna liðið.

Men tann sinniligi sviin lat seg ikki ávirka av teirri orsøk og helt fast um valdu leiðina at ganga.

Hansara filosofi um, at leikarar skulu kenna á sær, at teir hava álit venjarans var ikki nakað hann góðviljaður blakaði frá sær bara tí at svartskygdir danskir fjølmiðlamenn søgdu at tað skuldi hann gera.

Tað var nú ikki hvørs mans føri at fara undir undankappingina eftir HM í Fraklandi, tí danir eru farnir undir eina nýggja tíðarrokning síðani.

Vit eru í ár 1 eftir at Laudrupbøðurnir enn einaferð hava stungið í landsliðsklædnasekkin og takka fyri seg. Hesaferð kemur eingin teirra aftur á liðið, sum spælari í hvussu er.


Teir bíta frá sær

Tann fyrsti at staðfesta veruleikan, at Laudrupbrøðurnir ikki fara at spæla við danska landsliðnum var venjarin Bo Johansson.

Maður kemur í mans stað sigur hann, og við hesi sannføring í huga hevur hann arbeitt fyri at finna røttu samansetingina á vøllinum, tí samstundis sum teir báðir snillingarnir eru givnir eru eisini aðrir leikarar noyddir at gevast og tað merkir í roynd og veru, at talan er um eitt heilt nýtt danskt landslið.

Í verjuni húsast nú René Henriksen saman við Jes Høgh og tað parið hevur víst, at teir duga einastandandi væl at samstarva.

Á miðjuni er pláss endiliga gjørt fyri illsinnisvætti Stig Tøfting. Maðurin hevur ongantíð verið bangin fyri at siga sína hugsan um alt, og tað hevur tíverri fyri hann kosta. Eftir øllum at døma er tað ikki nakað sum rýnir við svian og tí hevur hann funnið pláss fyri Tøfting, sum hevur víst seg at vera ein framúr góður arbeiðsmaður á vøllinum.

Í álopinum er pláss aftur gjørt fyri Jon Dahl Thomasson, sum hevur takka fyri álitið og hevur skorað í teimum seinastu seks landsdystinum. Við honum og Ebbe Sand í oddinum hava danir nú aftur eitt álop, sum kann bíta frá sær.

At teir so í Thomasi Sørensen hava enn ein málmann í heimsklassa ger bara uppgávuna hjá landsliðsvenjaranum enn stuttligari.

Hann fekk ikki høvi at vísa tað stóra, men onkuntíð blandaði hann seg í spæli og tí kom hann væl frá.


Eingin mótstøða

Tá alt hetta er sagt um danska liðið, so mugu vit staðfesta, at tað ber illa til at meta um kvalitetirnar hjá liðnum eftir teir báðar seinastu dystirnar.

Orsøkin til tað er tann einfalda, at mótstøðan hevur verið vánalig.

Danir gjørdu næstan sjálvir av hvussu nógv mál teir gjørdu, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur í fjórða minutti tá Ebbe Sand var fyrstur á returin eftir at ísraelski málmaðurin ikki kláraði at halda skoti frá Martini Jørgensen.

Sami Martin Jørgensen var upphavsmaður til næsta mál dana, sum kom eftir at eitt korter var spælt. Hann var á veg inn í brotsteigin tá hann varð feldur, og annan dystin á rað skjeyt Brian Steen Nielsen mál. Enn einaferð sat bólturin heilt uppi í horninum, munurin var bara, at hesaferð sat hann í hinari síðuni av málinum. Eitt sera væl skotið beinleiðis fríspark!

Triðja málið kom í seinna hálvleiki tá Jon Dahl Thomasson varð spældur púra blankur frammanfyri ísraelska málinum, og so var støðan 3-0 til danir. Dysturin avgjørdur og danir við í EM-endakappingini næsta ár.