Enn ein frágongd á veg á Toftum – ongin avloysari

Betri deildin menn: B68 sær út til at selja Aidan Liu til Týsklands og ongin avloysari kann koma í staðin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Aidan Liu (t.v) í dysti móti HB

Høvðusvenjarin hjá B68, Jákup á Borg, váttar at tað er áhugi úr fjórðbestu deildini í Týsklandi fyri Aidan Liu. Amerikanski miðverjin hevur verið stinnur í verjuni hjá B68 og hevur í sinni at taka av nýggjum avbjóðingunum í týskum fótbólti.

 

- Alt er ikki undirskrivað og liðugt, men tað sær út til at Aidan Liu verður seldur. Vit eru sjálvandi stoltir av, at B68 kann selja spælarar víðari. Tað vísur at vit gera nógv rætt, sjálvt um úrslitini ikki hava verið so góð, sum vit ætlaðu í landskappingini, sigur Jákup á Borg.

 

Við hesum hevur B68 mist tríggjar týðandi spælarar í summar. Fyrst gavst Boubacar Dabo, sum hóast eitt misjavnt kappingarár, hevur verið ein lyklaspælari í framrættaða spælinum. Síðani bleiv Jónas Warner útleigaður til barndómsfelagið B71. Hann hevur spælt í næstan øllum dystunum í ár.

 

Nú er kanska besti spælarin hjá B68 í hesum kappingarárinum eisini á veg til annað felag. Verður Aidan Liu seldur koma pengarnir koma óiva væl við, men flytingarvindeygað í Føroyum er latið aftur. Tí kann B68 ikki fáa spælarar inn.

 

- Vit vildu sjálvandi gjarna havt onkrar spælarar inn, tí vit trúgva upp á hetta projektið. Vit hava ein góðan møguleika at koma í steypafinaluna og vit trúgva eisini upp á, at vit klára at venda gongdini í landskappingini, sigur Jákup á Borg.

 

Sitandi formaðurin, Ian D. Jacobsen, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær til komandi aðalfund, sum verður eftir summarsteðgin.Rokniskapurin hjá B68 sigur, at felagið er spent fíggjarliga. Ongin spælari er komin í staðin fyri teir tríggjar, sum eru farnir.

 

- Tað má leiðslan í felagnum úttala seg um, sigur Jákup á Borg.

 

B68 hevur 11 stig á 8. plássi í landskappingini og hevur annað beinið í steypafinaluni, eftir at hava vunnið 3-0 á EB/Streymi á Eiði í fyrru hálvfinaluni.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Aidan Liu (t.v) í dysti móti HB