Bartal Wardum úr HB hevur fingið landsliðboð, eftir at Heini Vatnsdal úr KÍ hevur givið avboð vegna skaða. Heini Vatnsdal møtti inn til landsliðsvenjing í dag, men hevur verið noyddur at geva avboð.
Sum skilst, so hugdi lækni og fysioterapeutur eftir honum og met var, at hann ikki fór at klára at spæla komandi dystirnar. Tí eru boð send eftir Bartali Wardum, sum saman við Hilmari Leon Jakobsen er komin við upp á avboð. Teir vunnu báðir FM við HB í ár. HB hevur nú fýra spælarar á landsliðnum.
Til venjing á Tórsvølli í kvøld vandi Patrik Johannesen ikki við. Hann hevur trupulleikar við fótinum. Heldur ikki útisetarnar, Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson og Ári M. Jónsson vandu ikki við í kvøld. Ferðalagið fer avstað til Litava í morgin.
Mikudagin 11. november klokkan 17:00 spæla Litava og Føroyar venjingardyst í Vilnius, og síðan eru seinastu dystirnir í UEFA Nations League á skránni. Leygardagin 14. november, somuleiðis klokkan fimm seinnapartin, spæla Lettland og Føroyar í Riga, og týsdagin 17. november klokkan 19:45 spæla Malta og Føroyar á Ta Qali Stadion á Malta.
##med2##
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni ragnar Nattestad, B36
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Magnus Holm Jacobsen, B36
Dan í Soylu, HB
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Patrik Johannesen, KÍ