Enn ein flóðalda er ávegis til Pakistan, sum nú liggur í svárastu nátturuvannlukku, sum hevur verið í heiminum, síðani tsunami katatrofuna í 2004.
Leiðarin á veðurstøðini í Pakistan sigur, at flóðaldan sum nú er ávegis móti Pakistan, kann raka fleiri økir í Punjab landspartinum.
-Tað ringasta er ikki yvirstaðið enn. Teir næstu 10 dagarnir vera avgerandi fyri landið, tí tann næsta flóðaldan fer helst at raka syðra endan av Punjab landspartinum, sigur stjórin í veðurstovuni.
Umleið 15 mió. fólk hava merkt avleiðingarnar av flóðalduni, og sambært UNICEF hava seks milliónir børn bráðfeingis tørv á hjálp.
Milliónir av fólkum hava mist sítt hús, og teirra lívsgrundarlag og familjulimir eru skolaðir burtur í flóðalduni.
Higartil hava 1600 fólk latið lív, men talið av deyðum veksur í hvørjum. Tað eru eisini umleið 1600 fólk, sum eru blivin særd í vanlukkuni.
Pakistanska stjórnir hevur ikki havt møguleika fyri at senda hjálp til øll tey mongu, ið hava tørv á tí.