Andrew Talansky, ið var ein av sterku avbjóðarunum til gulu troyggjuna, er í dag givin. Tað var eyðsæð undir teininum í gjár, at alt ruggaði ikki rætt hjá Garmin-Sharp súkklaranum. Tá gott 100 kilometrar vóru farnir, fór hann av súkkluni og setti seg á veggyrðingina. Hann lá longu tá 10 minuttir aftanfyri høvuðsbólkin, og ikki sá út til, at hann fór at halda á.
Men eftir eina samtalu við liðleiðaran, reistist Andrew Talansky, setti seg á súkkluna, og við tárunum trillandi eftir kjálkunum stríddi hann seg seinastu 80 kilometrarnar, og megnaði akkurát at koma á mál innan tíðarfreistina, 37 minuttir eftir vinnaran.
Men tá startskotið fór til dagsins tein, var eingin Andrew Talansky at síggja í hópinum. Sagt verður, at tað eru nógvu skaðarnir, sum Talansky hevur fingið higartil í kappingini, ið nú gjørdust ov nógvir. Talansky er dottin ikki minni enn
Tony Gallopin, ið vann sunnudagin, royndist enn einaferð drúgvastur. Hann royndi fleiri ferð, at bróta frá hinum seinastu 20 kilometrarnar, men hvørja ferð var hann innheintaður. Tó so, við tveimum kilometrum eftir, royndi hann aftur. Og hesuferð gekk tað, eingin megnaði at fylgja honum, og hann helt undan allan vegin inn á mál.
Ongar stórvegis broytingar
Stríðið um gulu troyggjuna er so at siga óbroytt. Vincenzo Nibali er enn hálvan triðja minutt framman fyri Richie Porte og Alejandro Valverde. Peter Sagan hevur eina greiða leiðslu í kappingini um grøny troyggjuna, meðan Joaquim Rodriguez er í prikkutu klatritroyggjuni.
12. teinur, Bourg-en-Bresse til Saint Étienne, 185,5 kilometrar
Súkklararnir fóru avstað kl. 12.05 og væntast í mál um 16.30. TV2 sendir beinleiðis frá Tour de France enn.
Teinurin er lættari enn undanfarnu dagarnar. Hann er flatari, við færri brekkum. Tríggir brattar eru tó, tveir í triðja flokki og tveir í fjórða flokki.
Møguleikarnir sigast vera góðir fyri, at onkur roynir at bróta frá hinum og stjala ein sigur í dag. Vit fáa at síggja.











