Tesla hava stórar ætlanir um framleiðslu av nýggjum elbilum. Umframt Tesla Model S og Model X er nú aftur ein nýggjur Tesla ávegis. Talan er um Model 3, sum eftir ætlan kemur at kosta umleið ein triðing av hvat ein Model S kostar.
Meðan teir núverandi Tesla koyra umleið 500 km upp á eina løðing, verður roknað við at Model 3 kemur at koyra umleið 350 km upp á eina løðing.
Hóast Model 3 ikki koyrir so langt upp á løðingina sum hinir Tesla, verður hann kappingarførur í mun til aðrar elbilar á marknaðinum.
Roknað verður við, at framleiðslan av Model 3 byrjar einaferð í 2017.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/










