Enn bresta NATO-bumbur í Kosovo

Bumbur, sum NATO-flogfør tveittu niður yvir Kosovo í krígnum har, men sum ikki brustu, kosta framvegis mannalív nú trý ár eftir kríggið

Óbrostnar bumbur, sum hava ligið í Kosovo síðani NATO-álopini, krevja framvegis mannalív. Næstan 60 fólk, teirra millum fleiri børn, eru deyð av bumbum, sum eru brostnar trý ár eftir, at flogførini sleptu teimum. Umleið 100 fólk hava fingið skaða av tílíkum spreingingum. Tveir triðingar teirra eru børn.
Hetta stendur at lesa í einari frágreiðing, sum ein samgonga av 50 hjálparfelagsskapum almannakunngjørdi í gjár.
Um vikuskiftið vóru trý ár liðin, síðani loftálopini hjá NATO byrjaðu. Í Beograd gingu umleið 10.000 viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum Slobodan Milosevic mótmælisgongu, har tey mótmæltu NATO-álopunum.
Nývaldi forsetin í Kosovo, Ibrahim Roguva, segði í einari røðu, at ein nýggj tíð er byrjað í Kosovo. Hann segði, at álopini hjá NATO høvdu til endamáls at bjarga fólkinum undan serbiskum yvirgangi, og eygleiðarar siga, at nógvir kosovoalbanar hildu dagin sum frælsisdag.
Eiga at rudda
NATO-loftálopini á Jugoslavia vardu í 78 samdøgur. Flogførini nýttu fleiri ymisk sløg av bumbum, og í rættinum í Haag hevur Milosevic lagt NATO undir at hava nýtt bumbur, sum hava kostað óneyðuga nógvum sivilfólkum lívið.
Hjálparfelagssamgongan sigur í sínari nýggju frágreiðing, at lond, sum nýta serliga vandamiklar bumbur, eiga at hava skyldu at beina fyri teimum, sum ikki brustu, tá tær vórðu sleptar. Samgongan skrivar, at altjóða samfelagið eigur at lógarfesta eitt tílíkt krav.
Gamla Jugoslavia er ikki tað einasta landið, sum líður undir óbrostnum bumbum. Samgongan sigur, at viðurskiftini eru tey somu í Kambodja.