Enn bara snakk hjá samgonguni

Av orsøkum útifrá, eru tað í løtuni fleiri og fleiri føroyskar familjur, sum hava trupult við at rinda hvørjum sítt.

 

Hendan støðan hevur verið á veg í fleiri mánaðir, men enn hevur samgongan onki gjørt.

 

Samgongan hevur tosað um eina eingangsupphædd til oljurokning á 7.000 krónur, og tað ger kanska mun hjá einum lítlum bólki, men sjálvt tað er framvegis bara snakk!

 

Tjóðveldi hevur mælt til hesar ítøkuligu loysnirnar.

 

  • Tíðaravmarkað loft á oljuprísin galdandi í eitt ár
  • Hækka familjuískoyti og lata fleiri koma uppí
  • Hækka brennistuðul til pensjónistar, og brúka bjálvingarstuðulin til at hjálpa fólki at spara orku
  • Hækka lestrarstuðulin
  • Eitt veruligt lønarlyft til vælferðarstørvini

 

##med2##

 

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi