- Hjartasjúklingum tørvar endurvenjing og annan stuðul fyri at koma fyri seg aftur eftir viðgerð. Til tess at seta hol á, skipar bypass-bólkurin í Hjartafelagnum fyri fyrilestrarkvøldi í MBF-húsunum í Havn, hóskvøldið 26. november klokkan 19.
Tað sigur felagið í tíðindaskrivi í kvøld.
Heri Kragesten, sálarfrøðingur, fer at røða um avbjóðingar og avleiðingar av ymiskum slag, sum fylgja eftir eina by-pass skurðviðgerð.
- Kvøldið er ætlað fólki, sum eru by-pass skurðviðgjørd og makum teirra.
Fyriskipararnir vóna, at gott prát og kjak verður millum luttakararnar, sum kann stuðla Hjartafelagnum í arbeiðnum at fáa endurvenjingina av hjartasjúklingum aftur á skrá.
Felagið fer á fund við landsstýriskvinnurnar í heilsu- og almannmálum 1. desember.
- Høvuðsevnið verður: "Hvussu taka vit best ímóti teimum, sum koma heim eftir viðgerð, og hvat eiga vit at bjóða til tess, at hesi sum skjótast koma fyri seg aftur?" sigur Hjartafelagið í tíðindaskrivi í kvøld.










