SMS-deildin:
Klokkan 18: Kyndil - Stjørnan, Høllin á Hálsi (FM1 sigur frá).
Stjørnan kemur til Havnar í kvøld við góðum minnum frá seinasta dystinum ímóti Føroyameistarunum úr Kyndli, sum Stjørnan heldur óvæntað vann 18-17 tíðliga í kappingini.
Sí eisini:
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/hondboltsskelkur-stjoernan-vann-a-foeroyameistarunum/
Hondbóltsskelkur: Stjørnan vann á Føroyameistarunum
Síðani hevur tað gingið heldur meira sum væntað, Kyndil liggur í oddinum, meðan Stjørnan roynir sítt ítasta at halda fast í teimum fýra ovastu liðunum.
Kyndil hevur verið fyri einum missi, tí toppskjúttin, Turið Arge Samuelsen, spælir ikki fleiri dystir hetta kappingarárið vegna gleðisboð.
Sí eisini:
Turið spælir ikki aftur hetta kappingarárið
Harafturat er spurningurin um Súna Krossteig Hansen er komin fyri seg eftir at hon tóktiskt at vera darvað av skaða í landsdystunum í vikuskiftinum - lyklaleikarin spældi ikki seinna dystin, og kyndilsfólk munnu vóna at hon er før fyri at spæla í kvøld.
Undir øllum umstøðum er lagt upp til ein áhugaverdan dyst í kvøld klokkan 18.00 á Hálsi.
Innanhýsis dystir hetta kappingarárið:
| Stjørnan – Kyndil 18-17 | |
| SMS-deildin 06/10/19 | |
| Málskjúttar Kyndils | |
| Súna Krossteig Hansen | 4 |
| Turið Arge Samuelsen | 4 |
| Bára Krossteig Hansen | 3 |
| Anja Eliasen | 2 |
| Karin Skylv Midjord | 2 |
| Ásleyg Súnadóttir | 1 |
| Natasja Hammer | 1 |
| Málskjúttar hjá Stjørnuni | |
| Katrin Bertholdsen | 6 |
| Sonja Lava Sirdal | 4 |
| Tóra Eliasen | 4 |
| Mina Lava Sirdal | 2 |
| Jansy Jacoben | 1 |
| Anna Jakobsen | 1 |
Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 10 | 280 | 219 | 61 | 16 |
| 2 | Kyndil | 9 | 239 | 170 | 69 | 14 |
| 3 | Neistin | 10 | 247 | 219 | 28 | 12 |
| 4 | H71 | 9 | 236 | 210 | 26 | 12 |
| 5 | Stjørnan | 9 | 225 | 240 | -15 | 8 |
| 6 | StÍF | 10 | 214 | 300 | -86 | 4 |
| 7 | VB | 9 | 190 | 273 | -83 | 0 |











