Endurnýtslufestivalur á Skála

12 til 15 mai verður ein grønur festivalur á Skála

Endurnýtslufestivalurin verur í Skála skúla.

 

Ymiskar verkstovur vera á skránni, millum annað:

• Lær at gera sápu og krem úr tálg

• Seyma turrikløð og fyrikløð til føroyskan búna úr alskyns endurnýtslutoyi

• Kóka brústsukur og annað leskiligt bomm

• Kom við tínum gomlu smúkkum og skapa tær um til nýggjar

• Planta títt egna grønmeti og fá góð ráð og hugskot

• Flætta flottar kurvar úr pappíri

• Umskapa gamlar bøkur til list

• Ger listaverk úr fjørugulli

• Ull sum list

 

Festivalurin endar hósdagin 15. við flottari framsýning av listaverkunum, einum góðum bita, stuttligum undirhaldi og festligum felagssangi.

 

Aldursmark: 16 ár.

 

Nærri kunning um verkstovurnar kemur seinni.