TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og endurhoyr átta og ein hálvan minutt við hæddarpunktum, serliga hæddarpunktum frá fyrra hálvleiki, tá Føroyar vóru á odda 12-9 ímóti týska hondbóltsrisanum.
Týskland vann 29-21, tí tað skrædnaði seinastu 10 minuttirnar.
Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Poli J. Hansen var viðmerkjari. Á hesum ljóðbrotinum hoyra vit frásøgnina av fleiri av teimum framúrskarandi føroysku málunum, og bjargingunum hjá teimum føroysku málverjunum.










