TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 ta seinastu løtuna av dystinum, tá Kyndil við einum 17-17 javnleiki tryggjaði sær FM-gullið í hvonndeildini, tí tær í fyrru FM-finaluni høvdu vunnið 26-22 á Neistanum.
Claus Rasmussen, sum hevur verið ein trúgvur og drúgvar viðmerkjari í nú farna kappingarárið var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen.
Ein ógvuliga drúgv løta fór við at fáa tvey tey seinastu køstini í dystinum avgreidd við tíðina 59:58.
Kyndil endurtók bragdið frá 2014, tá tær eisini vunnu FM-gull og steypakappingina.