Um tú hevur drukkið orkudrykkin Red Bull seinastu 12 árini uttan at hava fingið veingir, so kanst tú kanska fáa endurgjald frá Red Bull
Í øllum førum hevur ein amerikanskur brúkari lagt endurgjaldskrav móti Red Bull vegna lýsingina um at »fáa veingir« (fáa eitt powerboost) av at drekka drykkin – uttan í veruleikanum at fáa veingir.
– So tað er bara at leggja í vaðið og krevja tað sama, um tú hevur drukkið Red Bull uttan at hava fingið veingir. Amerikanarin sigur í kæruni til Red Bull, at marknaðarføringin av orkudrykkinum er bæði villleiðandi og beinleiðis snýt.