Endurføtt Europe: sama orka men nýggjar tíðir

Europe hava á nýggjastu fløguni megnað at skapt tónleik, sum ljóðar av Europe 2004, og ikki bert er ein ússaligur skuggi av einum 80?ára bólki, sum roynir at klóra seg fastan í rokktindin.Sosialurin prátaði við sangaran Joey Tempest um drívmegina, serliga vinskapin við gittarleikaran John Norum og um at spæla Final Countdown umaftur og umaftur.

Stutt eftir, at Final Countdown fløgan gjørdi svensku hárrokkararnar Europe heimskendar, fór gittarleikarin og helvtin av drívmegini úr bólkinum. John Norum tímdi ikki longur, og restin av bólkinum helt fram uttan hann. Men hetta varð ongantíð sami bólkur aftur.
100% Europe
Joey Tempest fortelur, at hann og John Norum gjørdust vinmenn 14 ára gamlir, og stovnaðu bólkin saman. Tað var orkan millum teir báðar, ið var drívmegin aftanfyri sangskrivingina í Europe. John við síni tungmálmsbakgrund, og Joey við tí melodiska. Samstarvið var altíð líka við at bresta í luftina, og tað gjørdi tað trupult og strævið, men sera gevandi, og tónleikurin, sum kom burturúr, var altíð 100% Europe.
Playback konsertir
Løgini vóru altíð eitt bland av tí tunga og tí melodiska, og hóast almenna orsøkin til, at John Norum fór úr bólkinum, var tónlistarligar ósemjir, var hetta ikki heilt so. Joey Tempest fortelur, at høvuðsorsøkin var ikki tónleikur, men alt hitt sum kom við tí at gerast kendur. Nógvar myndatøkur, tíðindafundir, playback konsertir og annað tílíkt, fylti nógv í gerandisdegnum tá, og John Norum hataði tað.
Hann var rokktónleikari, og vildi spæla tónleik ikki alt hitt fjasið. Tað gjørdist ov nógv av tí góða, og so valdi hann bara at fara. Hetta var sambært Joey ein dyggur smeitur fyri bólkin, tí John Norum var so týdningarmikil partur av sangskrivingini.


Virðing og vinarlag
Nú, nærum 20 ár seinni, hava teir funnið saman aftur. Joey Tempest sigur, at við virðing fyri hvørjum øðrum, og tí sama orkumikla vinarlagnum, hava teir funnið felags gongulag, og á fløguni "Start from the Dark hava teir funnið ein hátt at blanda tungmálmin hjá Norum við melodisku løgunum hjá Joey Tempest, við einum úrsliti sum allir í bólkinum eru nøgdir við.
Joey sigur, at henda manningin er ikki bara tann, sum fekk gjøgnumbrot saman, hetta er familja, teir hoyra saman.
Loynilig fløga
Nýggja fløgan varð upptikin loyniliga, fyri at útgávufeløg og umboðsfólk ikki skuldu blanda seg, hetta fyri at geva bólkinum fríar teymar. Alt varð gjørt í tí dulda. Tað var ikki fyrr enn fløgan var liðug, at teir søgdu fólki, at teir vóru endurstovnaðir.
Tað mest týdningarmikla var, at tónleikurin var viðkomandi. Teir vildu ikki ljóða, sum Europe á Final Countdown. Tíðirnar eru broyttar, og Final Countdown 2 hevði verið ónáttúrligt. Teir vildu spæla tónleik í nútíðini. Hetta hevur givið fløguni ein progressivan dám. Hetta er Europe 2004.
Elska at spæla klassikarar
Á konsertunum spæla teir nógv gomul løg, og sambært Joey Tempest elska teir allir at spæla Final Countdown, Carrie og hinar klassikararnar. Men við at blanda spæliskránna rætt, fáa teir eisini nýggju løgini at hóska inn í konsertirnar.
Dagførd hit
Tey gomlu løgini verða heldur ikki spæld ókritiskt. Tey eru øll dagførd, og flutt í nýggjan ham, soleiðis at konsertin gerst ein verulig samla heildaruppliving. Síðan Europe byrjaðu at spæla aftur, hevur bólkurin spælt 90 konsertir kring allan heimin. Her fyri var konsert við bólkinum í Hammersmith í London, og hendan varð upptikin, og kemur út sum DVD í næstum. Eisini kemur skjótt ein livefløga við bólkinum.
Umframt at spæla kring allan heim, eru John og Joey so smátt byrjaðir at skriva eina nýggja Europe fløgu, sum væntandi verður upptikin í heyst,.