Stutt eftir middag í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir frá bilførarum, sum koyrdu ígjøgnum Leynatunnilin við størri akførum.
Tað vísti seg, at endin á tí eina bumminum undir tunnilsloftinum sum sigur, hvør hæddin í tunlinum er, hekk niður og tók í størru bilarnar, sum koyrdu út Leynarmegin.
- Vit koyrdu beinanvegin norður við tveimum løgreglubilum og boðaðu Landsverki frá, hvør støðan var.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at fólk hjá teimum vóru á staðnum og heittu á bilførarar, sum koyrdu ígjøgnum tunnilin hesa løtu, um at koyra varliga.
- Menn hjá Landsverki vóru skjótir á staðið, og alt gekk væl. Longu klokkan 13.17 var arbeiðið liðugt; bummurin hekk uppi aftur, og eisini tunga ferðslan kundi koyra ígjøgnum tunnilin aftur sum vanligt.
Vaktleiðarin vísir, at allir undirsjóvartunlarnir umframt aðrir tunlar við hava eina skipan, sum stendur í samband við alarmsentralin.
- Her kunnu vit eftir ongari løtu leggja bummarnar niður og soleiðis steingja tunlarnar, um okkurt er á vási inni í tunlinum. Leynatunnilin hevur eisini eina slíka skipan, men skipanin her er óvirkin í løtuni vegna viðlíkahald, sigur vaktleiðarin.