Endiliga kom sigurin

Teir føroysku telvarnir eru nú í góðum hýri, tí endiliga kom sigurin, sum teir høvdu bíða eftir. Teir høvdu helst ætlað sær hann í øðrum umfari, men vóru noyddir at bíða til 4. umfarð. Føroyar vunnu 2,5-1,5 móti Jameika, styrkismett eitt sindur aftanfyri Føroyar sum nummar 98

Talv-OL
Bled: Byrjanin hjá føringum var vánalig. Martin Poulsen, sum telvaði á fjórða borði var at kalla alt talvið í stórum trupulleikum og kom enntá eisini í svára tíðarneyð, ein stóran part av talvinum var hann noyddur at kalla at spæla snartalv móti mótstøðumanninum, sum enn hevði ovmikið av tíð. Tað gjørdist einki hjá Martini hóast hann stríddist manniliga og hann var noyddur at leggja kongin fyri Duane Rowe (2195).
Fyrstur at fáa føroyingum stig, var Heini Olsen á triða borði, hann leikti javnt móti Jomo Pitterson (2248), sum hevur nett sama styrkital, sum Heini, so hetta var helst á eini leið. Sjálvur helt Heini at hann stóð betri, men støðan var sera fløkt, tí valdi hann at taka javnleikin, eisini tí hann skuldi koma fyri seg eftir tapið sunnudagin, tá ið hann var settur mát.

Fremstu borðini drúgv
John Arni Nilssen og serliga John Rødgaard hava verið drúgvir í hesi kappingini og hava fingið føringum meiri enn helmingin av stigunum, sum komin eru.
Skopuningurin á fyrsta borði telvaði móti FM Warren Elliott (2238). Teir leiktu eina byrjan, sum er ástøðiskend og har vísti tað seg skjótt, at John Arni var hin stinnari. Eftir dystin segði John Arni at hann alla tíðina kendi á sær, at hetta fór at ganga væl og tá ið 10 leikir vóru leiktir var lítið at ivast í at tað bar rætta vegin. Warren Elliott royndi at bjóða John Arna javnleik, men hann havnaði uppskotinum.
Tá ið John Arni hevði leikt sín 26. leik legði hin kongin. Tað var ikki bara John Arni, sum helt talvið vera gott. Rani Nolsøe helt, at John Arni telvaði eitt brandtalv og liðskiparin og fleiri av leikarunum hjá Jameika róstu honum eisini. Teir siga seg vera sinnaðar at bjóða John Arna og øðrum føroyskum telvarum til Jameika at luttaka í kappingum
- livst so spyrst.

Bíðaðu eftir John
Nú var bara eitt at gera og tað var at bíða eftir John Rødgaard, mundi hann klára at vinna á Shane Matthews (2239) ella endaði tað við enn einum javnleiki og tískil javnleiki fyri alt liði?
Hjá tí, sum ikki er so talvkønur er frægast at hyggja eftir telvarunum, hvussu hábrøgd og annað eru. Jú har mundi standa væl til, tí eina løtu fór John upp at vála. Men sá John Arni ikki eitt sindur skeptiskur út og dekan fari um ikki eisini Rani var farin at rista eitt sindur við høvdinum. Var tap í hendi? Nei so ringt var tað kortini ikki, men allir føroysku telvarnir og tey mongum sum fylgdu talvinum beinleiðis á heimasíðuni hjá talvsambandinum ætlaðu sær at her skuldi sigurin koma.
Nú høvdu vit sett álitið á John, sum frægast mátti vera at eygleiða hann. Nú setti hann seg aftur ? hugsaði eina løtu og flutti so við fastari og avgjørdari hond. John mundi vita, at hetta tapti hann ikki. Ein løta gekk og Matthews flutti eisini nakað avgjørt, men kortini ikki so sanførandi sum John. Her mann væl standa til, tí nú flenna bæði John Arni og Rani. Jú rætt var, Matthews flutti bara tveir leikir afturat so legði hann kongin. John Rødgaard vunnið sítt annað talv uppí slag og meiri umráðandi Føroyar hava vunnið fyrsta sigurin

Champagna á liðfundinum
Gott lag var á øllum í føroyska hópinum og helst mundi tað gerast betri, tá ið Rani skonkti champagnu á liðfundinum. Fløskan var keypt ein av fyrstu døgunum í Bled og ætlað til fyrsta sigurin. At hann ikki kom fyrr enn í fjóðra umfari, var ikki eftir ætlanini hjá teimum, men hon mundi gagnast líka væl kortini.
Føroyar hava nú 7 1/2 stig av 16 møguligum og tað er næstan nógmikið at fáa tey 50% sum vónin er at fáa á olympiaduni.
Fremst í kappinini eru Russland, Kuba og Armenia øll hava 13 stig. Svøríki er fremst av norðanlondunum, teir hava 10,5 stig, Danmar hevur 10 stig. Noreg 9,5 stig, Finnland og Ísland hava 9 stig.
Týsdagin telvaðu Føroyar móti Kosta Rika. Teir eru styrkismettir sum nummar 70 og flestu telvarnir hava omanfyri 2400 í rating. Helst verður dysturin torførur. Serliga Heini Olsen kann fáa seg royndan, tí á 3. borði hevur kosta Rika ein 14 ára gamlan altjóða meistara, sum hevur góð úrslit at vísa á. Í fyrsta umfari telvaði hann javnt móti russiska stórmeistaranum Morozevich. Teir sum mannað liðið móti Kosta Rika eru. John Arni Nilssen, John Rødgaard, Heini Olsen og Eyðun Nolsøe.

Føroysku úrslitiini í 4. umfarinum:
1FM - John Arni Nilssen (2385) ? FM Warren Elliott (2238)1-0
2IM John Rødgaard ? Shane Matthews (2239)1-0
3FM Heini Olsen (2248) ? Jomo Pitterson (2248)0,5-0,5
4Martin Poulsen (2160) - Duane Rowe (21950-1