Endiliga kemur skúlin við Løgmannabreyt

Tað hevur verið ein tungur burður at fingið avgreitt samtyktina um nýggjan fólkaskúla við Løgmannabreyt. Men á býráðsfundi í gjárkvøldið varð gjørt av at fara undir byggingina Málið byrjaði longu á sumri 2003.

Stóri vøksturin í sethúsabygging uppi á Løgmannabreyt førdi við sær ein náttúrligan tørv á nýggjum skúla í økinum. Býráðið gjørdi tá av, at fara undir fyrireikingar av nýggjum skúla, sum skuldi verða 2-sporaður, umframt at pláss eisini skuldi verða fyri frítíðarskúla, sum skuldi hýsa 1. og 2. flokki.

Í heildarætlanini skuldi eisini pláss leggjast av til svimjihyl, sum møguliga skuldi koma seinni.

Ávísar ásetingar vórðu síðani gjørdar í sambandi við byggingina. Hugsast skuldi bæði um byggiøki, fríøki til hvønn næming og ferðslu til og frá skúlanum. Eisini skuldi hædd takast fyri, at skúlabarnatannlækni kundi verða á skúlanum.

Mett var, at tá skúlin er liðugt útbygdur, verður pláss fyri 450 næmingum, tá roknað verður við 18 flokkum við 25 næmingum.

Eftir upprunaligu ætlanini skuldi skúlin verið liðugur á sumri 2006, men hetta hevur tó drigið út.

Upprunaliga var eisini ætlanin at byggja skúlan í einum, men seinni er hetta so broytt til fleiri byggistig, har hølini til 1., 2. og 3. flokk nú skulu standa klár til skúlabyrjan í 2008. Skúlin skal so standa fult útbygdur til skúlabyrjan í 2009.

Á vári 2006 var so endiliga klárt at bjóða út planeringsarbeiðið, og seinni um várið var so sjálvur skúlin boðin út millum fimm arbeiðstakarar. Eftir samskifti við allar fimm var lægsta tilboðið síðani kannað nærri. Hetta átti spf Búsetur, og ljóðaði tilboðið upp á 98.271.956 krónur. 23. februar 2007 verður so mælt bygginevndini til at fara í samráðingar um endaligan sáttmála við felagið.

Eisini hetta dró út, og millum annað tey fyrivarni, ið byggifyritøkan hevði tikið, órógvaðu. Alt endaði tó við, at Búsetur strikaði síni fyrivarni móti at prísurin gjørdist góðar níggju milliónir hægri.

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð so samtykt at góðkenna nýggja sáttmálan og bíðar hesin nú bert eftir undirskrift frá pørtunum. Skúlin kemur tískil nú at kosta 107.456.475,00 krónur uttan mvg.

Skúlin verður á nógvar mátar sermerktur við hópin av fasilitetum og serstovum, og sum nakað heilt nýtt fer skúlin eisini at hava eina kantinu til lærarar og næmingar.

Farið verður undir byggingina so skjótt sum undirskriftirnar eru festar á sáttmálan.