Endiliga eru vit saman

Danmark, Ísland og Noreg. Har búgva teir tríggir vinmenninir Torleif Joensen, Pætur Niclasen og Høgni Gunnarsson til dagligt. Men á ólavsøku eru teir savnaðir. ?Hetta er eitt tað besta við ólavsøkuni. At man kann møta sínum vinfólki, sum man ikki hevur møguleika til at møta til dagligt,? sigur Torleif, ið lesur í Bifröst í Íslandi .

?Ja, fyri at halda sambandið við líka, eru vit noyddir til at skriva ella ringja gjøgnum Skype. So hetta er ótrúliga stuttligt,? sigur Pætur, ið lesur í Keypmannahavn.

?Ólavsøkan er fantastisk. Eg kundi ikki tonkt mær at komið til Føroya og ikki fingið ólavsøkuna við,? sigur Høgni, sum lesur í Noreg og hevur búð har meginpartin av sínum lívi.