Endiliga eru allir víkingarnir tøkir

HB venjarin roknar við stórari avbjóðing í Gøtu, men hann sær avgjørt møguleikar fyri, at hansara lið skal vinna

HB hevur beina kós ímóti FM heitinum. Tríggjar tær sein­astu ferðirnar hevur tað ver­ið striltið, men tað hevur ikki kostað í stríðnum um odda­sessin:
– Spælararnir hava verið móðir eftir uppgávurnar á landsliðnum. Serliga sinni­liga møðin hevur kenst, og tað hevur kostað í avrik­unum. Hóast vit taptu í Streym­nesi, spældu javnt ímóti ÍF og fingu góða mót­støðu í Sørvági, so komu vit væl burturúr tí. Eisini tí hini liðini so ofta spæla javnt. Eg havi sæð nógvar dystir, og tað tykist sum um, at tað í flestu førum verður lagdur størri dentur á ikki at tapa enn at vinna, heldur HB venjarin Oddbjørn Joensen.
Hann hevur allar spæl­ararnar tøkar undan túrinum norður í Sarpugerði í kvøld:
– HB hevur ofta havt trupul­leikar í Gøtu, og so­vorðið vísir seg at telja. Um vit vísa rætta hugburðin, so ivist eg ikki í, at tað ber okk­um til at vinna, men tað verður torført, eisini tí tað er so stórt trýst á mótstøðu­liðnum, ið ikki hevur vunnið í so langa tíð.
Víkingur hevur verið illa plágað av skaðum alt hetta kappingarárið, men nú sær betri út:
– Hetta er fyrsta ferðin í ár, at allir spælararnir eru tøkir. Tað fegnast vit um, nú væl upplagda toppliðið kem­ur á vitjan. Hetta er gott høvi at venda gongdini. Tað er ikki ómøguligt, men tað er stór avbjóðing, sigur Víkinga venj­arin Jógvan Martin Olsen.
Seinastu ferðirnar hev­ur tað serliga verið á mið­vøll­inum, at saknur hevur ver­ið í lyklaspælarum. Hans Jørgen Djurhuus, sum var leik­bannaður í Fuglafirði, og Jann Ingi Petersen og André Olsen, sum hava verið skadd­ir fleiri tær seinastu ferðir­nar, eru við aftur.
Tá ið Víkingur fór í Gunda­dal 21. apríl, var tað við trimum feskum sigr­um í viðførinum. HB vann 3-0, og síðani hevur Víkingur ongantíð vunnið í lands­kapp­ingini.

Víkingur - HB, Alex Troleis
í kvøld kl. 19.00