Endiliga bragdaði hjá Mjølni

Fleyr-Mjølnir 1-3 (22-25, 20-25, 25-20, 17-25):

Eftir tríggjar ósigrar á rað kom Mjølnir loksins á stigatalvuna við at vinna móti Fleyr

 

Flogbóltur, kvinnur


Eftir ivaleyst vánaligastu byrjan, sum besta kvinnuliðið hjá Mjølni nakrantíð hevur havt í eini landskapping, eydnaðist tað loksins klaksvíkingunum at vinna. Eftir tríggjar taptar dystir á rað vunnu tær móti Fleyr, sum nú hevur sama stigatal sum Mjølnir.

Úrslitið varð 3-1, og tað er ein góð mynd av dystinum. Mjølnir var betri, men Fleyr var nóg gott til at vinna eitt sett.

Mjølnir stýrdi tí mesta av dystinum. Ein av grundunum til tað var, at Sólvá Eystberg var flutt inn aftur á miðjuna og Berit Norðoy fór út aftur á kantin. Móti Drátti vikuna frammanundan hevði Sólvá spælt á kantinum - nakað sum hon ikki hevur roynt fyrr - og Berit á miðjuni, og tað riggaði ikki (Dráttur vann 3-1).


Stóran týdning

Mjølnir legði stórt trýst á, og av tí sama fekk Fleyr ongantíð sítt álopsspæl at rigga nóg væl. Og júst tað bleiv kanska tann avgerandi munurin á liðunum.

Fyri Mjølnir hevði sigurin ómetaliga nógv at siga, og nú síggja tær ljósari uppá framtíðina. Tær hava verið í eini fyri tær óvanligari støðu við at tapa fleiri ferðir á rað, men kanska var sigurin leygardagin byrjanin til betri tíðir.

Hevði Fleyr vunnið, høvdu tær fingið luft niður til Mjølnir, men nú eru liðini jøvn í stigum á niðastu plássunum.