Klaksvík:
Valplakatirnar í Klaksvík komu fyrr upp at hanga í ár enn undanfarin ár. Sum oftast hevur tað verið so, at plakatirnar ikki koma upp fyrr enn kvøldið fyri sjálvan valdagin. Men í ár var tað munandi fyrr. Longu um vikuskiftið áðrenn valdagin vóru heilt nógvar plakatir at síggja runt í býnum. Og tað er ongin ivi um, at tær eru munandi størri í vavi í ár.
Eisini hava plakatirnar verið meira persónligar seinnu árini, enn tær hava verið áður. Fyri einum seks árum síðani byrjaði tað so smátt at vera meira og meira persónligt valstríð, og hevur hetta vundið uppá seg skjótt og sást serliga væl aftur í teimum mongu vøkru og litføgru plakatunum.
Hvussu úrslitið av valinum verður í norðoyggjum er ilt at spáa um, men fólk vænta eitt sera spennandi val. Størsta broytingin, sum kann fara fram er, um tað eydnast sambandsflokkinum at fáa ein umdømisvaldan.
Ein annar møguleiki, sum eisini hevur verið nevndur er, at norðoyggjar fáa fimm umdømisvaldar á ting. Men alt tað vita vit, tá endaliga valúrslitið er greitt.










