Gleði og vónbrot koma aftur í ár at merkja ólavsøkuna, tá síðstu tøkini hjá rógvarunum verða tikin. Seinasti, stuttligasti og uttan iva villasti endaspurturin verður tó ikki fríggjakvøldið tann 1. august, tá HB-húsið bjóðar øllum rógvarum til gallaveitslu.
Júst sum undanfarin ár verða manningar heiðraðar við steypum fyri avrikni seinastu mánaðirnar.
Meira er at lesa á heimasíðuni www.drekin.fo.