Endar føroyska málið sum vavgreytur?

Lurta her eftir málsliga kjakinum í sendingini hjá Óla Breckmann á Rás2 í dag

Seinnapartin í dag var Óli Breckmann vertur fyri kjak á Rás2, og hesaferð var føroyska málið viðgjørt:


- Síðan teir “sosialu” miðlarnir hava gjørt tað møguligt hjá øllum føroyingum at samskifta elektroniskt á øllum stigum, ivast mong í, um føroyska málinum, sum vit hava kent og dyrkað tað, er lív lagað í longdini.

 

- Beinagrindin, skrokkurin ella stórviðurin í føroyskum tali- og skriftmáli er við at ganga sundur á ymsan hátt, hugsa fleiri og fleiri av teimum fólkum, sum higartil hava verið bjartskygd um framtíðina hjá okkara móðurmáli.

 

- Málsligar grundreglur, bendingar, mállæra, setningsbygnaður, kanska serliga vendingar og málliskur o.t. fara av lagi, um føroyskt talu- og enntá skriftmál bert verður brúkt av fjøldini til at skilja hvønn annan.

 

Við kjakborðið hjá Óla Breckmann sita Anfinnur í Skála, søgu- og málfrøðingur, Kári Davidsen og Randi Meitil, bæði málfrøðingar og undirvísarar í føroyskum. Øll trý hava fingist við orðabøkur.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra kjaksendingina.