Tá formenninir í politisku flokkunum í løgtingi í morgin møtast at tosa um nýggju stjórnarskipanina, so er tað óvist, um allar flokkar møta.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, segði við in.fo í gjár, at hann ivaðist í, um hann fór at luttaka á fundinum. Hann vildi nevniliga vita, um nýggja grundlógin var innanfyri ella uttanfyri grundlógina.
- Áðrenn vit boða frá luttøku, so mugu vit fáa at vita hvat fundurin snýr seg um. Vit vilja vita, um hendan stjórnarskipanin er innan ella uttanfyri ríkisgrundlógina. Hinvegin, um fundurin snýr seg um at finna útav tí, so er áhugavert at luttaka, sigur Bárður Nielsen.
Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur í dag, at talan er um um ein spurning, ið er ómøguligur at svara í løtuni.
- Hatta er næsta ómøguligt at svara uppá. Tað at Føroyar hava lóggávuvald, er í stríð við grundlógina. Tað at vit kunnu krevja skatt, er í stríð við grundlógina. Tað at vit hava okkara egnu fólkakirkju, er í stríð við fólkakirkjuna. Tað at vit hava yvirtikið undirgrundina, er í stríð við grundlógina. Men kortini hava vit hesi rættindi.
Løgmaður leggur tó dent á, at ætlanin ikki er at loysa frá Danmark, men at gera eitt uppskot, ið er innanfyri Ríkisfelagsskapin.
- Stjórnarskipanin skal virka innan karmarnar av Ríkisfelagsskapinum. Endamálið er ikki at loysa, men at gera eitt sokallað fólksins skjal, ið skal staðfesta at valdið liggur í Føroyum og tryggja nøkur grundleggjandi rættindi hjá borgarunum.