Endaliga staðfest: Stungin við knívi

Enn er drúgvar kanningar eftir at gera í málinum um mannin, sum varð funnin deyður í Havn í fyrrakvøldið

Tað er nú endaliga staðfest, at 61 ára gamli maðurin, sum varð funnin deyður í fyrrakvøldið, er deyður tí at hann er stungin við knívi.

 

Líkið er kannað í dag og har varð endaliga staðfest, at maðurin doyði av stingløsti  við knívi.

 

Politiið kann tó ikki siga meiri um úrslitið av kanningini, men í rættinum í gjár varð staðfest, at hann fekk ein knív í bringuna.

 

Kriminalteknisku kanningarnar verða væntandi lidnar í dag og eftir ætlan fara kriminalteknikarnir, sum komu úr Danmark í gjár, aftur til Danmarkar í morgin.

 

- Fleiri avhoyringar verða gjørdar í málinum og eitt drúgt arbeiðið liggur fyri framman, áðrenn málið endaliga kann leggjast fyri rættin, sigur Bergleif Brimvík, politikommisserur.

 

Les eisini: Noktar seg sekan

Les eisini: Mátti fáa klæðir úr fongslinum 

Les eisini: Skuldsettur fyri dráp: Fongslaður í fýra vikur