Nú er tað endaliga avgjørt, at tá ið Norrøna fer at røkja Suðuroyarsiglingina fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk í vár, verður tað Vágur, sum verður samferðsluhavnin í Suðuroy og ikki vanliga samferðsluhavnin á Krambatanga á Trongisvágsfirði.
Tað er avgjørt, eftir fund í Vinnumálaráðnum í gjár, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum varar av Strandferðsluni og landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum varar av havnunum, vóru til staðar, umframt Landsverk og onnur
Tað var upprunaliga ætlanin, at Norrøna skuldi sigla til Vágs, tí bryggjan á Krambatanga er ikki botntryggjað nógv væl til at hon tolir skrúvuvatnið frá Norrønu.
Hinvegin er onki í vegin fyri at brúka havnina í Vági og tískil vórðu 600.000 krónur játtaðar til at gera tveir pullartar á havnarlagnum í Vági at binda Norrøna í.
Tað hevur borgarstjórin á Tvøroyri harðliga átalað, tí hann heldur, at tað er burturvið at brúka pening upp á eina Havn í Vági heldur enn at brúka pengarnar upp á at gera ábøtur á ferjuleguna á Krambatanga, so at Norrøna kann brúka hana.
Hann sigur, at verður farið undir arbeiðið beint eftir nýggjár, kann tað vera liðugt hálvan februar, tá ið Norrøna fer í sigling og annars ber væl til at arbeiða ímeðan Norrøna er í sigling, tí hon liggur bara á Krambatanga ein hálvan tíma um dagin.
Tað endaði við, at Løgtingið játtaði tvær milliónir á fíggjarlógini fyri næsta ár at gera neyðugu ábøturnar á havnina á Krambatanga.
Og í gjár var so fundur í Vinnumálaráðnum at taka samanum og at taka støðu til um tey skuldu halda fast um Vág, ella um tey skulu gera ábøturnar á Krambatanga, so at Norrøna fær ligið har.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sigur, at niðurstøðan á fundinum var, at Norrøna fer at sigla á Vág.
Hann sigur, at tað hevði borið til at gjørt neyðugu ábøturnar á havnina á Krambatanga til hálvan februar.
Men tann stóri trupulleiki á Krambatanga er, at beint uttanfyri havnarlagið er ein grynna, har dýpið er átta metrar.
- Tað klárar Norrøna akkurát, men so er heldur onki at geva av.
- Bara hon fær eina slagsíðu á trý stig, stingur hon tveir metrar djúpari enn tað er á grynnuni og so tekur hon botn.
Tað er ov lítið til, at tað er trygt hjá Norrønu og tí ber ikki til, at hon brúkar havnina á Krambatanga, sigur landsstýrismaðurin.
Tískil verður beinanvegin eftir nýggjár farið undir at gera pullartarnar í Vági, tí teir skulu stadna í ein mánað, áðrenn teir kunnu takast í brúk og so verður tað akkurát, at teir verða lidnir til hálvan februar, tá ið Norrøna fer í suðuroyarsiglingina.










