Endaði á sjúkrahúsi

Maður meiðslaði seg av einum blokki, men livir væl, havandi skaðan í huga

Sunnudagin hendi eitt óhapp umborð á nótabátinum Jupiter úr Gøtu.

Teir eru undir Íslandi og fiska lodnu.

Óhappið hendi, táið ein maður meiðslaði seg av einum blokki.

Hann breyt beinið, óstbeinið og nøkur riv.

Hann varð fluttur á sjúkrahús í Akureyri, har hann var innlagdur.

Men havandi skaðan í huga, livir hann væl.


Gongur ongan veg

Annars hevur reiðarin á Jupiter, Atli Hansen í Gøtu, leingi leitað eftir einum avloysara fyri Jupiter.

Ætlanin hevur verið at keypa ein nótabát, men taðhevur gingið strilti.

T.d. eru norðmenn ikki sinnaðir at selja fyrrenn næsta heyst.

Reiðaríið vil hava ein bát við størri motori, so at teir eisini kunu fiska svartkjaft fyi at hava eitt bein afturat at standa á.

Seinastu tíðina hevur Jupiter verið undir Íslandi og fiska lodnu, men tað hevur viðrað illa.