Eminem skal framføra fyri Nelson Mandela í summar til føðingardagshaldið hjá fyrrverandi suðurafrikanska forsetanum.
Tiltakið verður hildið í Hyde Park í London 27. juni, í samband við, at Nelson Mandela verður 90 ár.
Konsertin er samstundis ætlað sum eitt comeback hjá Eminem á pallinum. Hip hop stjørnan hevur ikki verið nógv frammi síðan hann í 2006 bleiv skildur frá konuni Kimberley.
Millum nøvnini, ið fara at framføra hendan dagin, eru m.o. Brian May og Roger Taylor úr Queen, Annie Lennox og Keane. Eisini hava U2, Paul McCartney verið nógv umrødd.
Eftir øllum at døma var tað Brian May, ið fekk Eminem at játta.
- Brian setti seg í samband við umboðsfólkini hjá Eminem, tó uttan stórar vónir, men tað eydnaðist honum, og hetta verður eitt risastórt comeback, hevur ein kelda greitt bretska The Sun frá.