Emiliano Martinez og Mary Earps eru heimsins bestu málverjar

FIFA The Best virðislønirnar fóru til landsliðsmálverjar hjá Argentina og Onglandi

FIFA The Best virðislønirnar vóru handaðar í París í London ígjár.

 

Argentinski málverjin hjá Aston Villa, Emiliano Martinez sum vann HM-gull við Argentina var kosin at vera málverjin hjá monnum.

 

Enski málverjin hjá Manchester United, Mary Earps sum vann EM-gull við Onglandi var kosin at vera besti málverjin hjá kvinnum.

 

Emiliano Martinez hevur annars javnan verið ákærdur fyri at fremja ringan ítróttaranda, serliga við brotssparkskappingar. Aftaná HM-finaluna móti Fraklandi vísti hann eisini heldur løgnan atburð.