Emil um at missa tolið

Enn røkist einki fyri at Emil Bjarnaskor fær ta hjálp, sum honum stóð í boði, tá hann og familjan tóku avgerðina um at flyta heim til Føroya

Enn røkist einki fyri at Emil Bjarnaskor fær ta hjálp, sum honum stóð í boði, tá hann og familjan tóku avgerðina um at flyta heim til Føroya.

 

- Einki av tí, sum eg hava bíðað eftir, síðani eg flutti heim, er hent enn.

 

Tað skrivar Emil Bjarnaskor í telduposti til Miðlahúsið

 

Í august 2011 fekk tann nú 21 ára gamli Emil Bjarnaskor eitt ókent rúsevni í seg, og av tí fekk hann blóðtøpp í heilan. Hann fær ikki rørt seg, men samskiftir umvegis teldu.

 

Emil Bjarnaskor hevur brúkt drúgva tíð á uppvenjingarmiðstøð í Århus, men fyrst í september í fjør flutti hann heim aftur til Føroya.

 

Í dag, fimm mánaðir seinni. bíðar Emil Bjarnaskor framvegis eftir fleiri av teimum grundleggjandi tilboðunum, ið honum tørvar.

 

Hann manglar sítt egna stað at búgva, hann manglar ein serútgjørdan bil, hann manglar uppafturvenjing umframt hjálpartól.

 

- Støðan er rættiliga ørkymlandi, sigur Sunniva Bjarnaskor Simonsen, mamma Emil.

 

- Sum avvarandi missir tú mótið, og viðhvørt umhugsa vit møguleikan bara at fara aftur til Danmarkar, sigur Sunniva Bjarnaskor Simonsen.

 

Sambært henni er sera tungt at samskifta við myndugleikarnar.

 

Hoyr samrøðu við Sunnivu Bjarnaskor Simonsen við at trýsta á pílin undir myndini.